”Ivi er byrjanin til vísdóm” (Aristoteles)

Undirvísing

Eg bjóði fram undirvísing í ymiskum evnum. Undirvísingin kann vera alt frá einum styttri uppleggi til heilar dagar, m.a. ein ráðleggingardag.

Dømi um heiti á undirvísing:

  • Vit halda vit skilja hvønnannan, men gera vit nú tað? Eitt sindur um samskifti, samband og samstarv millum menniskju.
  • Frá vælferðarsamfelag til kappingarsamfelag - hvørja ávirkan hevur tað á arbeiðsplássið?
  • Hvat er forráan, og hvussu kunnu vit fyribyrgja og handfara forráan?
  • Hvat kann skapa strongd á einum arbeiðsplássi, og hvussu kunnu vit fyribyrgja og handfara strongd?
  • Hvat er sosialur kapitalur, og hvussu styrkja vit hann?
  • Hvussu taka konfliktir seg upp, og hvussu fyribyrgja og handfara vit konfliktir?
  • Hvat inniber tað, at hava ábyrgd av einari stovu á einum dagstovni?

Undirvísingin verður tillagað hvørt einstakt arbeiðspláss. Eru onnur ynskir, eru tit vælkomin at spyrja.