Supervisión gevur møguleika fyri at hugleiða um og deila tvístøður, avbjóðingar og trupulleikar í arbeiðinum.
Við supervisión kunnu starvsfólk m.a. betur skilja, hvat hendir í samspælinum millum borgarar og starvsfólk umframt innanhýsis í starvsfólkahópinum og í skipanini. Tey kunnu eisini blíva meira tilvitaði um at skilja ímillum, hvat hevur við borgaran og teirra avbjóðingar at gera, og hvat hevur við tey sjálvi og teirra tilgongd til borgaran at gera.
Supervisión er eisini eitt gott amboð hjá leiðarum at skapa tilvitan um seg sjálvan og tann samanhangin, teir eru í.
Supervisión gevur tilvitan og kann tí vera eitt gott íkast til at fyribyrgja konfliktum, mistrivnaði, strongd og forráan og samstundis tryggja dygd og etik.
Eg bjóði supervisjón við einstaklingum og í bólkum.