EINA bjóðar eitt breitt úrval av tænastum, sum verða settar saman eftir ynski og tørvi. Nærri avtalur um tænasturnar verða gjørdar í samráð við arbeiðsplássið.
Í øllum tænastum síggi eg tað sum mína fremstu uppgávu at skapa rúm og treytir, sum seta gongd á hugleiðingar og prosessir, sum styrkja sambond og samskiftishættir, og soleiðis betra samstarvið um kjarnuuppgávuna á stovnum og í fyritøkum.
Í tilgongdini er grundleggjandi hugsunarhátturin og arbeiðshættirnir í høvuðsheitinum tiknir við støði í sosialkonstruktionismuni, sum stuðlar undir, at:
- síggja alt frá fleiri sjónarhornum
- hyggja eftir samanhanginum, vit eru í
- skapa samanhang, heild og meining
- halda hugleiðandi ivanum á lívi, og vera forvitin eftir at skilja
- betra evnini til at síggja menniskju við virðismetandi eygum og lurta á ein ikki-dømandi hátt
- skapa pláss fyri einum margfeldi av søgum, eisini teimum ikki dominerandi. Vit skulu skapa eitt arbeiðslag, sum ger tað møguligt hjá umfataðum pørtum í øllum løgum at fáa ein veruligan møguleika fyri at blíva hoyrd og skilt.
Trivnaður og produktivitetur hongur neyvt saman. Tí er neyðugt at taka hond um og menna tilfeingið á arbeiðsplássinum. Um samstarvið á arbeiðsplássinum gevur eina kenslu av áliti og rættvísi, so betrar tað um samstarvið um kjarnuuppgávuna.