Trivnaður og produktivitetur hongur neyvt saman. Tað er neyðugt at taka hond um og styrkja tilfeingið á arbeiðsplássinum. Um samstarvið á arbeiðsplássinum gevur eina kenslu av áliti og rættvísi, so betrar tað um samstarvið um kjarnuuppgávuna.
EINA bjóðar eitt breitt úrval av tænastum, sum verða settar saman eftir ynski og tørvi. Onkuntíð er tørvur á supervisjón ella mediatión burturav. Í nógvum førum er tørvur á einari samansettari tænastu, har m.a. leiðarin harumframt kann fáa supervisión og/ella ráðgeving um, hvussu ymiskar støður á arbeiðsplássinum kunnu handfarast.
Innan leiðslu og fyriskipan ráðgevir EINA serliga innan evnini sosialan kapital og fylgiskap. Hvussu kann arbeiðsplássið styrkja tann sosiala kapitalin? Hvussu kann arbeiðsplássið skapa trivna og fylgiskap á arbeiðsplássinum? Hvussu kann arbeiðsplássið við hesum betra um samstarvið um og kvalitetin í kjarnuuppgávuni?