Hvussu ber tað til, at fleiri og fleiri vanlig, sunn og røsk fólk, verða rakt av álvarsligari sálarligari ójavnvág og kropsligum sjúkum, orsakað av arbeiðsumstøðunum? Hvat skal til fyri at venda hesari gongdini? Og hvussu er tað vit hugsa um og handfara støðuna, tá starvsfólk verða rakt av strongd? Hyggja vit eftir einstaklinginum og hugsa hvussu tey eru samansett, og hvat tey skulu gera øðrvísi? Ella hyggja vit eftir samanhanginum tey eru í á arbeiðsplássinum og í skipanini – tí bygnaðarliga?
Hesar og nógvar aðrar spurningar, havi eg sett mær sjálvari og øðrum í nógv ár. Eitt langt arbeiðslív við nógvum ymiskum arbeiðsroyndum hevur givið mær innlit í almennar skipanir frá ymiskum sjónarhornum, eisini frá tí sjónarhorninum at hava kent strongd á egnum skinni. Hetta hevur skapt eitt forvitni eftir at skilja samanhangir í teimum møguleikum og trupulleikum, sum kunnu taka seg upp á einum arbeiðsplássi, sum samstundis er partur av einum størri samanhangi í eini skipan og einum samfelagi, sum eisini ávirka arbeiðsumstøðurnar. Eg havi hesi árini alla tíðina tilognað mær nýggja vitan og royndir innan økið.
Omanfyrinevndu spurningar og hugleiðingar, umframt eitt ynski um at ávirka gongdina, hevur verið motivatiónin fyri at stovna fyritøkuna EINA, sum varð sett á stovn í 2009. EINA bjóðar supervisión, mediatión, undirvísing og ráðgeving.